Borgarstjórin skjeytFM HÁLVMARATON, EIK HÁLVMARATON og MOTIÓNSRENNING í gongd í dag leygardagin 10. mai 2014 kl 14, sum er í gøtunum í Klaksvík.
Borgarstjórin skjeytFM HÁLVMARATON, EIK HÁLVMARATON og MOTIÓNSRENNING í gongd í dag leygardagin 10. mai 2014 kl 14, sum er í gøtunum í Klaksvík.
Væl av fólk vóru møtt upp við málið niðanfyri Eik Banka. Tað erTreysti sum aftur í árskiparfyri Eik hálvmaraton í Klaksvík. Hetta verður samstundis FM í hálvmaraton. Talan verður um eitt sokallað býar ½-maraton, tí tað verður bert runnið í býnum, á einum rundteini á 7 km.
Umframt hálvmaraton so verður eisini skipað fyri 7 km motiónsrenning og barnarenning.
Startur og mál eru uttanfyri Eik. Hálvmaraton verður runnið tríggjar ferðir út á Bumshamar og norður á Kósini at venda.
Síðani verður endabrak í Badmintonhøllini, harHeilsuvikanendar ogEik-Hálvmaraton steypa- og heiðursmerkjahandan verður.
Tað verður lagt upp til ein spennandi dag í Badmintonhøllini í morgin, leygardagin kl. 15 – 18, har feløgini fáa høvi at kunna um, hvørji tey eru, hvat tey gera, og hvussu ber til at gerast limur osfr. Eisini veður Eik-Hálvmaraton steypa- og heiðursmerkjahandanin har.
Endabrak – Heilsuvikan
Leygardagin 10. mai verður lagt upp til eitt størri endabrak í Badmintonhøllini, har m.a. EIK-Hálvmaraton endar, og steypa- og heiðursmerkini frá renningini verða handað.
Flestu ítróttarfeløgini í býnum verða við, har tey greiða frá virksemi sínum – KÍ, Stjørnan, Mjølnir, Klaksvíkar Badmintonfelag, Team Klaksvík, Íðka, Treysti o.o.
Eisini verða tónleikur við Pætur við Keldu, borgarstjórin heldur røðu og okkurt leskandi á skránni.
Skráin
Kl 15.00 – 15.30 Klaksvíkar Badmintonfelag – sýnisdystir
Kl 15.30 – 15.40 Jógvan Skorheim, borgarstjóri setur dagin
Kl 16.15 – 16.45 LineDans
Kl 17.00 – 17.15 Hæddarlop – Treysti
Kl 17.30 – 18.00 Eik-Hálvmaraton steypa- og heiðursmerkjahandan




