Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Borgarstjórin við guitar í hond

Nordlysid

Á einari vitjan í Spælistovuni hjá Dagrøktarskipanini tók Jógvan Skorheim, borgarstjóri, øll á bóli við at taka guitar í hond og syngja ein sang saman við børnunum.

Á einari vitjan í Spælistovuni hjá Dagrøktarskipanini tókJógvan Skorheim, borgarstjóri, øll á bóli við at taka guitar í hond og syngjaein sang saman við børnunum.


Fyrrapartin hósdagin var borgarstjórin á vitjan í spælistovunihjá Dagrøktarskipanini. Vitjanin var ein liður í starvsfólkapolitikkinum hjákommununi.

Hendan morgunin vóru ørindini at eggja starvsfólkumkommununnar at luttaka í motiónsrenninini, sum verður saman við hálvmaraton ogbarnarenningini, sum Treysti skipar fyri í Klaksvík 9. mai í ár, og tí varGuttorm Sørensen eisini við borgarstjóranum á hesari vitjanini.

Til staðar vóru flestu av dagrøktarunum og sjálvandi eisiniein hópur av børnum. Tá ið fundurin var av, tók borgarstjórin øll á bóli við attaka eina guitar í hond og spyrja børnini, um tey høvdu hug at syngja ein sang.Og væl gekk, tí øll stemmaðu í at syngja sangin um Jónas og hvalin, áðrennborgarstjórin og Guttorm Sørensen fóru víðari.