Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Borgarstjórin vitjaði smoltstøðina við Strond

klaksvik.fo

Fyrrapartin var Karl Johansen, borgarstjóri, og vitjaði smoltstøðina hjá Bakkafrost við Strond. Saman við borgarstjóranum var Rúni Rasmussen, kommunustjóri, og Jógvan Ósa, tekniski stjóri. Endamálið við vitjanini var at kunna borgarstjóran og umsitingina um virksemið hjá Bakkafrost í Klaksvíkar kommunu.

 

Vitjanin byrjaði við at Rógvi Jacobsen, leiðari á smoltstøðini, greiddi frá virkseminum á smoltstøðini. Hann kom millum annað inn á góða samstarvið, sum Bakkafrost hevur havt við Klaksvíkar kommunu, tá ið farið var undir at byggja heimsins størstu smoltstøð. Hann kom somuleiðis inn á, hvussu Bakkafrost og Klaksvíkar kommuna saman hava loyst ymiskar avbjóðingar, serliga við vatnveiting og vatngoymslu.

Karl Johansen, borgarstjóri, var fegin um vitjanina og fegnaðist eisini um góða samskiftið, sum umsitingin og býráðið hevur havt við Bakkafrost,  eitt nú í samband við framtíðar menning av virkseminum hjá Bakkafrost.

– Fyri Klaksvíkar kommunu, og ikki minst fyri vinnuna í býnum, hevur tað ómetaliga stóran týdning, at fyritøkur fáa góðar karmar at virka undir. Tað er ongin ivi um, at Bakkafrost er við at skapa arbeiðspláss í kommununi, eitt nú hevur Bakkafrost seks starvsfólk á Kalsoynni, umframt at virksemið á teimum trimum smoltstøðunum í norðoyggjum, hevur havt nógv avleitt virksemi, sum m.a. hevur verið við at ment fleiri fyritøkur í norðoyggjum.

Í dag arbeiða 27 starvsfólk á smoltstøðini við Strond, og smoltstøðin framleiður í dag áleið helvtina av allar smoltframleiðsluni hjá Bakkafrost í Føroyum.