Í gjár fekk Jógvan Skorheim, borgarstjóri vitjan frá BBC. Talan var um teir báðar John Murphy, vinstrumegin borgarstjóran og Tim Ecott, høgrumegin, sum vildu vita eitt sindur um ta menning Føroyar hava verið fyri og í hesum føri serliga, hvussu Klaksvík hevur ment seg sum samfelag seinnu árini
Í gjár fekk Jógvan Skorheim, borgarstjóri vitjan frá BBC. Talan var um teir báðar John Murphy, vinstrumegin borgarstjóran og Tim Ecott, høgrumegin, sum vildu vita eitt sindur um ta menning Føroyar hava verið fyri og í hesum føri serliga, hvussu Klaksvík hevur ment seg sum samfelag seinnu árini
Borgarstjórin vísti á vakstrarætlanina, har ymisk viðurskifti vórðu kannað fyri nørkum árum síðan, og at man hevði fylgt teimum niðurstøðum, tá varð komið til.
Klaksvík er eitt opið samfelag við hópin av møguleikum. Ofta verður sagt, at í Klaksvík er bara fiskur. Hetta er bert lutvíst rætt. Sjálvandi fegnast vit um ta fiskivinnu, sum her er, greiddi borgarstjórin frá, men tað knýtist so nógv annað uppat hesi vinnu – fleiri tænastuvinnur, sum røkka væl útum Klaksvík eisini.
Klaksvík er eisini ein mentanar- og lestrarbýur – bæði innan miðnám við hópin av møguleikum, men eisini innan sjóvinnuútbúgvingar og trygd á sjónum. Klaksvík hevur gjørt seg kenda við m.ø. Torradøgunum, Summarfestivalinum og Sjómannadøgunum, sum hópin av fólki leitar til úr øllum Føroyum. Eisini innan tónleik ítrótt er Klaksvík væl við.
Klaksvík hevur eisini samansjóving í huga við hópina av trivnaðar- og mentanartilboðum. Eisini er gjørd ein ítøkilig integratiónsætlan fyri Klaksvíkar kommunu, sum skal hjálpa teimum 90 fremmandafólkunum frá 25 ymiskum londum, ið her búgva, at kenna seg væl og annars lættliga tillaga seg nýggju umstøðurnar, tey her hava valt at liva og virka undir.
Jú, tíðindamenninir frá navnframa miðlinum, BBC, John Murphy og Tim Ecott vóru hugtiknir av virkna, opna og livandi samfelangum, Klaksvík hevur at bjóða. Eisini tóku teir til vørku fjøllini, sum verja Klaksvík – og sum síggjast aftur í búmerkinum, teir fingu sum bringuprýði.




