Harley
Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Borgarstjórin ynskti Rūta Meilutyt­- góða eydnu til HM

Tíðindaskriv

Dennis Holm, borgarstjóri, heilsaði tórsdagin uppá litavsku heimsstjørnuna, Rūta Meilutyt­-, sum seinastu vikurnar hevur verið á venjingarlegu í Páls Høll, sum liður í fyrireikingunum til HM

Dennis Holm, borgarstjóri, heilsaði tórsdagin uppá litavsku heimsstjørnuna, Rūta Meilutyt­-, sum seinastu vikurnar hevur verið á venjingarlegu í Páls Høll, sum liður í fyrireikingunum til HM

Dennis Holm, borgarstjóri, segði við Rūta og venjaran, at tað hevur sera nógv at siga fyri Vág og fyri Páls Høll, at ein heimsstjørna kemur á venjingarlegu í Vági – og at vit eru fegin og stólt um, at tit bæði hava valt at leggja leiðina til Vágs.

Rūta segði, at hon hevur verið glað fyri umstøðurnar í Páls Høll, sum eru heilt í topp, og er eisini ófarin av hvussu væl hon er móttikin í Vági sum heild. -Øll eru so sera vinarliga og hjálpsom, og tað eru vit ómetaliga glað um.

Dennis Holm, borgarstjóri, ynskti Rūta Meilutyt­- og venjaranum bestu eydnu til HM, sum verður í Ungarn í seinnu helvt av juli, og segði eisini, at tey uttan iva hava fingið ein heilt nýggjan fjepparaskara her í Norðuratlantshavi, sum fer at fylgja henni til HM.

Borgarstjórin gav teimum eisini eina lítla gávu frá Vágs Kommunu – bókina Vágur í myndum, sum minni um tíðina á venjingarlegu í Vági, og segði at tey sjálvandi vóru vælkomin aftur til Vágs.

Sum myndin vísir, so var japanskt sjónvarpslið, sum fylgir Rūta Meilutyt­- í samband við Olympisku leikir í Tokyo 2020, eisini í Páls Høll hendan fyrrapartin.

Harleyfacadeacryl