Klaksvík
13,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Børge Petersen avgjørdi móti B71

Jákup Ósá

KÍ vann spennandi dyst móti B71 í Klaksvík.

Talan gjørdist um ein spennandi dyst frammanfyri mongum áskoðarum í Klaksvík í góðveðrinum. KÍ kom á odda í fyrra hálvleiki eftir hornaspark, har Børge Petersen stýrdi innlegginum í mál. Í seinna hálvleiki javnaði B71 eftir langt innkast, har Tijani Mohammed stýrdi bóltinum í mál. Men lítla løtu seinni legði KÍ seg aftur á odda, tá miðverjin Børge Petersen enn einaferð var uppá spæl eftir hornasparksinnlegg. 2-1 gjørdist úrslitið, hóast bæði liðini høvdu møguleikar at skora fleiri mál.

KÍ liggur ná á 3. plássi í deildini við eins nógvum stigum sum Víkingur og Skála, sum liggja frammanfyri.