Ov lítil rørsla í barnaárunum kann elva til heilsutrupulleikar seinni í lívinum. Tað vísir umfatandi kanning.
Ov lítil rørsla í barnaárunum kann elva til heilsutrupulleikar seinni í lívinum. Tað vísir umfatandi kanning.
Børn heilt niður ímóti 9-ára aldri kunnu byrja at vísa sjúkutekin, sum kunnu elva til hjartatrupulleikar seinni í lívinum, altso, um tað verður íðka ov lítið í yngri árum.
Hetta er avdúkað í eini kanning, sum ein granskingarbólkur úr Svøríki og Danmørk hevur staðið á odda fyri. – Granskingarúrslitið er almannakunngjørt í tíðarritinum Acta Pædiatrica.
Men tvørturímóti hava børn, ið røra seg nógv, nógv minni møguleikar at fáa hjartatrupulleikar sum eldri.
223 børn kannað
Granskararnir kannaðu dagligu rørslurnar ella aktivitetin hjá ávikavist 123 dreingjum og 100 gentum við miðalaldrinum 9,8 ár. Børnini høvdu eitt mátitól um miðjuna í fýra dagar upp í slag – átta tímar um dagin – fyri at skráseta rørslurnar hjá børnunum.
Í tí samfelagi, vit liva í, økjast sitandi arbeiði, og granskingarleiðarin dr. Tina Tanha frá universitets-sjúkrahúsinum í Malmø sigur:
– Tað er ein sannroynd, at letið hjá vaksnum fólki verður sett í samband við eina røð av deyðiligum sjúkum. Og hon staðfestir, at ikki bert vaksin hava trupulleikar við vantandi rørslu.
– Vit meta, at okkara kanningararbeiði avdúkar ein týðiligan samanhang í millum dovinskap og hjartasjúkur hjá børnum, sigur hon.
Týdningarmiklar orsøkir
Kanningin vísti m.a. at dreingir eru meiri kropsliga virknir enn gentir.
Orsakað av leti kunnu eginleikarnir hjá børnum at móttaka ilt skakast, og teirra fitiprosent og feittbýti kann koma í vanda seinni í lívinum og tískil vera við til sjúkuorsakir.
– Hetta má takast í ramasta álvara. Altso, um vantandi rørsla ávirkar heilsustøðuna hjá bæði yngri og eldri og tað blívur við, og heilsutrupulleikar hópast upp av hesum, gerst møguleikin størri fyri umfatandi sjúkum”, sigur Tina Tinha at enda.
Kelda: Acta Pædiatrica




