Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Børn hava rætt til barsil í 1 ár

Sigga Óladóttir Joensen

Øll børn eiga rætt til at vera heima hjá sínum foreldrum – minst í eitt ár.

Sjálvandi skal tað vera upp til foreldrini sjálvi at gera av, hvør teirra skal vera heima hjá barninum og nær. Hetta grundað á, at familjan kann leggja sær fíggjarviðurskiftini til rættis, tí á henda hátt gongur tað sum minst út yvir fíggjarliga rásarrúmið hjá familjuni.

Hetta vil Javnaðarflokkurin fremja í verki við at hækka barsilsinngjaldið úr 0,62% upp í 0,8%.

Sjálvsagt skal eftirløn roknast av barnsburðargjaldinum, so tey, ið eru við til at skapa fólkavøkstur, ikki skulu revsast á ellisárum.

Sigga Óladóttir Joensen

Valevni javnaðarfloksins

Harleyfacadeacryl