Tey minstu frá Ægir vóru leygardagin í Gøtu og vitjaðu. 23 ungir svimjarar frá aldrinum 3 – 7 ár vóru saman við foreldrum og svumu. Svimjifelagið Skeggjar hevði gjørt hylin heitan heili 35 stig, og stuttleikaðu svimjararnir sær óført. Farið var avstað beint fyri døgurðatíð og komi var aftur kl. 16.00.




