Nú skúlin er farin í feriu, kunnu vit njóta vakrar myndir og sang frá børnunum í 5. flokkunum í skúlanum á Ziskatrøð.
Í meðan eldru næmingarnir hava gingið til próvtøku í seinastuni, so hava yngru flokkarnir havt øðrvísi skúlagongd við m.a. Seturskúla og fríðkan í skúlagarðinum.
5. A og 5. B í skúlanum á Ziskatrøð vóru á Seturskúla í Mykinesi, og hvat er vakrari enn glað børn í Guðs fríðu náttúru. Í hesum sambandi er ein sangur gjørdur og innspældur.
Næmingar úr báðum flokkunum syngja lagið. Øll syngja í niðurlagnum, og hesi syngja í versunum:
1. Vers
1: Jessica Hallursdóttir Joensen
2: Ninny Hávarsá
3: Kristina Poulsen
4: Sára Mimy Mellemgaard
2. Vers
1: Victoria Biskopstø
2: Maria á Høvdanum
3: Paul Kjartan Matras
4: Anna Thomsen
Steintór Rasmussen hevur gjørt orð og lag, og Erik Biskopstø hevur framleitt og ljóðblandað. Tann so fólkakæri Zacharias Hammer tók videomyndir á túrinum við nýggjastu talgildari HD-tøkni. Tað úrslitið verður at síggja seinni. Eyðbjørn Jacobsen tók stillmyndir á túrinum. So inntil tað endaliga sjónbandið verður klárt seinni, so kunnu fólk njóta tónleikin við samansettum stillmyndum.
Fá bestu góðsku við at trýsta á HQ undir myndini til høgru.




