Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Børnini á Frostmofjalli

Tíðindaskriv

Forlag KFUMs hevur givið út hesa bók nú í november í 2014. Bókina hevur Laura Fitinghoff skrivað, og Theodor Hansen hevur týtt hana til føroyskt. Janus Dam Guttesen hevur teknað myndirnar.

Forlag KFUMs hevur givið út hesa bók nú í november í 2014. Bókina hevur Laura Fitinghoff skrivað, og Theodor Hansen hevur týtt hana til føroyskt. Janus Dam Guttesen hevur teknað myndirnar.

Henda bókin er hugtakandi og veruleikakend. Hon sigur væl og eymliga frá børnum í Norðlandi í Svøríki. Sagt er um bókina, at hon er ein hin fremsta barnabókin í Svøríki. Hon er farin víða um lond, og allastaðni líka væl dámd. Bókin er fast og eymliga bygd á hin kristiliga klettin.

Her er eitt brot úr bókini:

Ein vetrardag koma sjey svong og illa á holdum komin foreldraleys børn strevandi gjøgnum skógin. Tey eru einsamøll á ferð, og tey eru flýggjað undan hungursneyð og fátækragarði. So ganga tey eina og aleina á hinum stóra skóginum, og tað elsta er ein trettan ára gamal drongur – hann er oddamaður…

Bókin kostar 149 kr. og er 175 síður.