Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Børnini av Viðareiði sleppa ikki í skúla í Klaksvík

Oliver Joensen

Skúlabørnini á Viðareiði, sum ganga í framhaldsdeeildini í Klaksvík sleppa ikki í skúla, tí bussur koyrir ikki eftir Viðareiðisvegnum.

Orsøkin er, at í nógva áarførinum sunnudagin, fór so nógv tilfar undan viðareiðisvegnum, at ikki er vandaleyst hjá skúlabussinum at koyra.
Viðareiðis Kommuna hevur sent soljóðandi skriv til Føroya Løgting:

Koyrivegurin ímillum Hvannasund og viðareiði
Náttina til 12. september 2004 vóru nógv skiðulop á Viðareiðisvegnum. Ongin fólkaskaði hendi hesaferð, meen tað er bert ein spurningur um tíð áðrenn tað hendir.
Viðareiðisvegurin hevur altíð verið ein vandafull farleið, orsakað av grótlopum, skalvalopum og skriðulopum.
Leiðarin á vegadeildini hjá landsverki, Finnleif Djurhuus, segði í Degi og Viku í kvøld, at onki kundi gerast fyri at tryggja verandi farleið.
Dagliga koyrir ein stórur partur av viðingum til Klaksvíkar og aðrastaðni til arbeiðis og í skúla.
Sambært bóklinginum "Ferðslan 2003" hjá Landsverki koyra 412 akfør um dagin eftir viðareiðisvegnum.
Sum støðan er, sleppa skúlabørn, sum ganga í framhaldsdeildini í Klaksvík, ikki í skúla, tí bussur koyrir ikki eftir Viðareiðisvegnum, tí tað er lopið undan vegnum.
Støðan er ótolandi, og viðareiðis Kommuna og allir viðingar kunna ikki longur góðtaka ta vandafullu farleið, sum Viðareiðisvegurin er.
Vit fara tí at biðja Føroya Løgting beinanvegin at skipað so fyri, at neyðugur peningur verður játtaður til tunnilsgerð úr Hvannasundi til eystursíðina á Viðoynni.
Skrivið er undirskrivað av Viðareiðis Kommunu, Jógvan Nybo, bygdarráðslimur, Kári Kallsberg, Hans Jákup Kallsberg, Bjarti Matras og Árni Absalonsen, bygdarráðslimir.

Harleywoodpaint