Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Børnini ganga skrúðgongu í morgun

Helgi Abrahamsen

Í morgun klokkan 10 verður afturvendani felagstiltakið, har allir dagstovnar í Norðoyggjum ganga skrúðgongu gjøgnum miðbýin í Klaksvík. Hetta er 16. árið á rað, at hetta verður fyriskipað og hevur felags arbeiðsevnið hesaferð verið “Rútmikkur og tónleikur”.

Farið verður niðan á vøllin við Djúpumýru, har ymisk sang- og rørsluspøl verða á skránni fyri tey 3-7 ár gomlu, meðan tey 0-3 ára gomlu hava sítt virksemi í garðinum í Dr. Margrethu Barnagarði.

Stovnarnir hava í eina tíð frammanundan arbeitt við evninum “Rútmikkur og tónleikur”, og góða hugflogið hjá starvsfólkunum ger sítt til, at hetta helst fer at síggjast aftur í skrúðgonguni og á vøllinum.

500 børn úr Hvannasunds, Viðareiðis og Klaksvíkar Kommunu verða við í tiltakinum.

(Myndir frá tiltakinum verða lagdar út seinni í dag).