| Næmingar í 4., 5. og 6. flokkunum í skúlunum í Klaksvík hava undanfarnu vikurnar arbeitt við at útleggja orðatøk, sum skulu prýða nýggju býarbussarnar í Klaksvík. Hetta er ein kapping, sum Fríða Næs og Annika Kunoy Im skipa fyri, í sambandi við at tær hava fingið játtað pening frá mentanargrunninum í Klaksvík til mentanarligt tiltak. Næmingarnir hava tosað um orðatøk og hava síðani gjørt eina greining av orðatakinum, teir hava valt – verið hetta seg í myndum, orðum, tekningum ella okkurt heilt annað. Tá tulkingirnar hjá flokkunum eru latnar inn, fer ein dómsnevnd at velja út fimm vinnarar. Síðani verður eitt tiltak í Ósaskúlanum týsdagin 7. oktober kl. 9.30, har øll uppskotini verða sýnd fram. Eisini kemur varaborgarstjórin í Klaksvík, Steinbjørn Jacobsen, at siga nøkur orð, og vinnararnir verða avdúkaðir. Fimm tey bestu uppskotini fáa sína mynd upp at hanga í bussunum. Besta ískoyti fær harumframt eisini ein peningaligan vinning. Endamálið við kappingini er at styrkja ognarkensluna hjá børnunum í býnum, so tey kenna, at tey eiga lut í býarbussunum. Eisini er ein slík kapping við til at skapa kunnleika til eina skapandi tilgongd, har næmingarnir bæði skapa og framleiða. Við hesum verður føroysk mentan, sum tulkað av skúlanæmingum, koyrd út um skúlaveggirnar og kring allan býin, og bussarnir verða prýddir við øðrum enn bara sølulýsingum. Hetta er eitt serstakt høvi hjá børnum og vaksnum at tosa um orðatøkini, føroyska mentan og annað viðkomandi, tá tey sita í bussinum. |




