Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Børnini spyrja Google ístaðin fyri ommu og abba

Danial Viðoy

Ráðini frá ommuni og abbanum eru ikki so áhugaverd longur. Hugurin at spyrja ommu og abba minkar alsamt. Børnini finna svar og ráð á netinum ístaðin.

Ráðini frá ommuni og abbanum eru ikki so áhugaverd longur. Hugurin at spyrja ommu og abba minkar alsamt. Børnini finna svar og ráð á netinum ístaðin.

Ikki allar ommur og allir abbar er so glað fyri nýggju tøknina, sum alsamt tekur seg fram. Tí børnini fara heldur á netið at finna sær svarið, sum tey fyrr funnu hjá ommuni og abbanum. Google hevur so smátt tikið yvir.

Hetta viðurkenna ið hvussu er bretskar ommur og bretskir abbar. Níggju av tíggju siga, at teirra barnabørn lata vera við at spyrja tey um einfaldar uppgávur, so sum at kóka egg, strúka skjúrtu og tað kundi verið so mangt.

Slíkar einfaldar spurningar fara – í hesum førum – bretsk børn, á internetið at finna sær svar. Leita sær svar og ráð á Google, Wikipedia ella YouTube.

1500 ommur og abbar vórðu spurd. Tveir triðingar av teimum spurdu merktu, sambært tíðindastovuni Reuters, at tann siðbundni leikluturin hjá ommuni og abbanum er vorðin minni og minni áhugaverdur í dag.

96 prosent av ommunum og abbunum siga, at tá ið tey vóru børn, spurdu tey ommuna og abban um nógv meira, enn børnini gera í dag.