Janus á Tjaldrarfløtti arbeiðir í Abu Dhabi í Sameindu Arabisku Emirratunum sum flúgvimekanikari
Eg havi júst verið 14 dagar í Abu Dhabi og arbeitt uppá Bell 212-412. Vit viðlíkahalda tyrlurnar hjá Abu Dhabi Aviation.
Abu Dhabi Aviation eigur eini 15 Bell 412 og 18 Bell 212 og 2 Dehavilland Dash 8 flogfør. Abu Dhabi Aviation er eisini ein partur av royal jet, sum hevur 2 Gulfstream 4 flogførð og eisini hava teir 2 Boeing business jets.
Abu Dhabi Aviation liggur í teim Foreinaðu Arabisku Emiratunum og flýgur fyri tað mesta offshore flygving, t.v.s. at vit fyri tað mjesta flúgva út á boripallar við arbeiðisfólki. Men vit hava eisini aðrar uppgávur. Nú um dagarnar hava vit nógv at gera í Sbu dhabi tí vit skulu senda 3-5 tyrlur til Spania har uppgávan hjá teimum verður at sløkkja skóvareldar. Tyrlurnar verða gjørdar klárar her t.v.s. at øll tey stóru eftirlitini eru gjørd og so verður hon testað so at alt riggar sum tað skal. Síðani verður halin avmonteraður, rotorhøvdið og bløðini verða avmonteraði og rotormasturin verður eisini avmonterað, síðani verður tyrlan send til spania har ein mekanikari setur saman aftur.
Vit hava eisini 1-2 tyrlur í Iran, 1 í Oman, 1 í Afganistan, 1 í etiopia og 2 í Yemen har eg eri. Eg fór úr Abu Dhabi sunnudagin tann 24. apríl til Sanaa sum er høvuðsstaðurin í Yemen og túrðurin gekk væl og vardi umleið 2½ tíma. Í Sanaa hava vit eina tyrlu, eina Bell 212 sum flýgur arbeiðisfólk til tey ymisku oljufeltini uttanfyri Sanaa. Vit hava ein lítlan hangar har vit hava eykalutir av ymiskum slag tó er hangarurin so lítil at tyrlan sleppur ikki inn, so motorskift og alt annað viðlíkahald gongur fyri seg uttanfyri og sum oftast er veðrið gott men onkuntíð er sandstormur, so tá verður ikki nógv gjørt.
Vit búgva uml. ½ tíma við bili frá flogvøllinum, so vit hava ein chaffør til at koyra okkum og tað er bara deiligt, tí ferðslan er út av lagi vánalig, allir bilarnir hava bungur summir mangla ein forrút og næstan allir hava als ongi ljós og samanstoytir sær ein næstan dagliga.
Hin tyrlan hjá okkum er á einum staði sum liggur við tað Reyða Havið og staðið eitur Ras Isa, her kemur oljuleiðingurin frá innlandinum og verður førdur út á eitt stórt oljuskip, sum samlar oljuna. Tá ið skipið er um at vera fult, kemur eitt annað tangaskip og leggur seg uppá síðuna, um veðrið er til vildar. Um ikki so verður ein slanga bundin millum skipini, so hetta skipið kann fáa oljuna umborð. Millum annað er okkara uppgáva at føra losin umborð á tað skipið, sum kemur eftir olju, at føra arbeiisfólk umborð á skipið, vit flúgva uml. 4-6 túrar út til skipið hvønn dag.
Her hava vit ikki nakran hangar, bert ein containara, sum er okkara skrivstova og har vit eisini hava ymsar eykalutir, so øll tey stóru eftirlitini, so sum motorskift, gearkassaskift og annað verða gjørd í Sanaa. her er sera oyði, vit búgva einar 800 metrar frá strondini og her sum vit búgva er bert fólk við tilknýti til hetta staðið. Staðið verður eisini kallað P.R.S.2 Pressure Reducing Station 2 tí at oljan kemur frá innlandinum, sum er sera høgt, so trýstið skal minkast áðrenn oljan fer út til skipið.
Fyri nøkrum árum síðani sprongdu terroristar eitt Amerikanskt krígsskip USS Cole og eitt franskt tangaskip Limbeg og tað var ikki so langt her frá, sum eg eri nú, so militerið er og ansar eftir okkum, bæði her og í Sanaa. Tað er eitt sindur øðrvísi at ferðast í Yemen. skulu vit eitt nú at keypa mjólk ella okkurt líknandi og vit bert skulu yvir um vegin til handils, so skulu vit hava ein vápnaðan militermann við okkum. Í byrjanini kundi tað kennast eitt sindur undarligt, men tað venur man seg við.
Nógv vápn eru í Yemen, eg havi lisið at tað eru 3 skotvápn pr. íbúgva og tað er ofta at hoyra og síggja í sjónvarpinum at terroristarnir koma úr Yemen.
Yemen er eitt sera vakurt land. Sanaa liggur á uml. 2250 metra hædd og liggur inni í landinum, so tá ið tyrlan skal flúgva til Ras Isa, fara vit uppa 11000 fót sum er uml. 3.300 metrar fyri at koma upp um fjøllini og fyri at hava ein trygdarfjarleika, tí fyri einum ári síðani var skotið eftir tyrluni beint uttanfyri Sanaa og tyrlan bleiv rakt og projektilið fór tvørtur ígjøgnum kabinuna og út aftur ígjøgnum takið, fór út ímillum rotorbløðini. Til alla lukku fekk ongin í kabinuni skaða og heldur ikki vórðu rotorbløðini rakt.
Fjøllini eru sera høg og berlig og so eru tey sera brøtt. Men alíkavæl búgva fólk uppi í fjøllinum, eftir fjallarygginum og í líðunum har tey liva av landbrúki. tað er sera spennandi at flúgva tætt framvið húsunum og síggja hvussu húsini síggja út, tekjan er sum oftast fløt og eg havi sæð at tey turka okkurt á tekjuni. Kaffi kemur upprunaliga frá Yemen, men tey dyrka ikki so nógv kaffi longur, men heldur gat, sum er eitt rúsevni, tí tað gevur meira av sær.
Gat er sum amfetamin og hetta er púra lógligt í Yemen, men er ólógligt í Saudi Arabia, Qatar og í Sameindu Arabisku londunum og Oman og hetta er eitt stórt problem. Næstan allir menn brúka hetta evnið. Hetta er ein grøn planta, sum teir tyggja og goyma í kjálkanum, so tá ið eg í fyrstuni sá ein mann við einum kjalka, sum stóð til at bresta, so helt eg at hetta var ein tannbúldur. Men so helt eg at tað var undarligt at allir menn skuldu hava tannbúld. Seinni fekk eg frágreiðing um at hetta var gat.
Sanaa er ein sera gamal býður og ikki vakur. Bert tann gamli býarparturin er vakur og her er eisini ein tann elsti basarurin í heiminum. Her fært tú alt sum tú kanst hugsa tær, silki, maskinbyrsur AK47, pistólar Luker (sum týskarar brúktu undir seinna heimsbardaga) og líka til viagra. her eru nógvir handlar og tað er eisini sera spennandi at hyggja har tey selja kryddaríðir, tað luktar gott og so sær tað eisini sera vakurt út. Tað er ein múrur rundan um tann gamla býðarpartin og so er ein høvuðsinngongd við tveimum stórum portrum.
Tann nýggi parturin av býnum er ikki so vakur, el-steyrarnir har leiðningarnir hanga minna mest um ein fløkjustamp og gongubreytir eru ikki allastaðni. Gonguteigar havi eg ikki sæð enn, so fólkini fara bara tvørtur um vegin, sum best ber til og tað er sera vandamikið, tí mangan eru chaførarnir ávirkaðir av gat.
Annars er ikki so gali at vera her, tað er ein heilt annar heimur enn tað ein er vanur við. Alt gongur sera stilt fyri seg (uttan ferðslan). Skulu vit hava ein motor úr Abu Dhabi, skal hann sendast ½ ár frammanundan, ella er man noyddur at betala undir borðið um tað skal ganga eitt sindur skjótari.




