Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Bragd bar við land undir Klakkinum í morgun

Oliver Joensen

 Sjóbjargingarstøðin Mrcc sigur, at kl. 9.16 í morgun fingu teir boð frá Bragd, at báturin hevði siglt á land undir Klakkinum.

Men tað hevði tó ikki nógv upp á seg, sigur vakthavandi. Ziska megnaði at fáa Bragd av aftur og báturin sigldi við egnari hjálp inn á Klaksvík. Sagt varð, at kavari fer niður at hyggja eftir botni, skrúvu og øðrum, men mett verður ikki at Bragd hevur fingið nakran álvarsligan skaða.