Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Bragd bjóðar ókeypis rogn!

Helgi Abrahamsen

“Tey sum hava áhuga í at fáa ókeypis rogn, kunnu koma at fáa sær.” Tað sigur Oddmar Niclasen, skipari á Bragd. Hann er misnøgdur við støðuna, nú nógvar áheitanir koma um at taka “alt tilfeingið til lands”, og ofta hoyrist, at hetta skal vera eitt krav, men á landi er eingin sum vil keypa hesa virðismiklu vøru. Hann bjóðar tí øllum at koma at fáa sær ókeypis rogn.

Bæði í gjár og fyrradagin tók Bragd rogn til lands, men eingin vildi keypa, so nú verða rognini givin burtur.

“Tey sum vilja hava rogn, kunnu koma at fáa sær. Bragd avreiðir í løtuni, og aftaná tað fer hann at liggja við egningarskúrarnar á Stongunum,” sigur Oddmar Niclasen.

Harleywoodpaint