Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Bragd bleiv sleipaður aftur í dag

Oliver Joensen

Oddmar Niclasen, skipari á Bragd sigur, at ímeðan teir drógu einar seks fjórðingar norðanfyri, fingu teir um skrúvuna. Vit fingu onki gjørt, so tað endaði við at Ziska kom eftir okkum og sleipaði okkum á Klaksvík.

Vit hava avreitt um halvt tíggjundatúsund pund her ídag, men tað stóðu fimm stampar eftir. Kallanes segði okkum, at teir kundu draga teir. Annars rokna vit við at fara avstað aftur í kvøld, so kanska eydnast tað okkum sjálvum at draga restina av stampunum. Oddmar Niclasen letur annars væl at, nógvur fiskur hevur verið at fingið og hartil er prísurin sera góður, so í løtuni er hugaligt at rógva út.