Harley
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Bragd gjørdi ein roktúr

Jákup Ósá

Seldi fyri umleið 95.000 krónur ein túr.

Seldi fyri næstan 95.000 krónur ein túr.

Í gjár skrivaðu vit, at útróðrarbáturin Bragd hevði gjørt ein góðan túr. Tá mettu teir veiðina til 10.000 pund. Hann seldi fyri umleið 95.000 krónur, sum er ein óvanliga góður útróðrartúrur, har báturin hevur verið eitt knapt døgn burtur. Kallanes seldi eisini í morgun fyri túrin í gjár. Hann hevði 5000 pund.

Sambæt yvirliti hjá Vørn, so hevur Norðsøki selt fyri mest av útróðrarbátunum, sum ikki hava egningarmaskinu. Hann hevði fyrr í vikuni selt fyri 740.857 krónur í ár.

Sum skilst eru flestu útróðrarbátarnir ikki úti í dag.

(Kl. 13.20: Fyrr í dag hava vit skrivað um aðrar upphæddir. Men í yvirlitinum hjá FMF er okkurt mistak komið í, men tølini omanfyri skuldu verið tey røttu)