Vit skulu ikki klaga, sigur Odmar Niclasen, skipari á útróðrarbátinum Bragd. Vit hava verið tveir túrar norðanfyri síðani ársskiftið, annar túrurin gav 3.500 pund og ímorgun avreiddu vit 6.500 pund. Prísurin hevur eisini verið hampuliga góður, hann hevur ligið um 16 kr. í snitt fyri kilo. Slagið hevur verið helvt um helvt, hýsa og toskur.
Vit hava verið her, norður úr Viðoynni og norður úr Rivtanga. Veðrið er gott nú og streymurin góður, so vit hava ætlanir um at fara suðureftir ídag, eystur úr Dímun onkustaðni.
Teir fyrstu dagarnar av árinum fingu vit onki burturúr, tí streymurin var so harður, annars góvu teir dagarnir væl í fjør, tí prísurin beint eftir nýggjár lá um 19- 20-21 krónur í meðal til hann fall, men sum sagt gjørdu streymviðurskiftini at teir dagarnir fóru fyri skeyti, segði skiparin á Bragd, Odmar Niclasen í morgun, júst afturkomin av útiróðri.




