Tosaðu við Oddmar Niclasen, skipara og reiðara á Bragd fyri løtu síðani. Oddmar sigur, at teir settu einar seks setur beint undan ólavsøku. Fiskiskapurin var væl brúkiligur, eini 150 pund upp á stampin, men fiskaprísurin var vánaligur. Vit løgdu tá stilt og hava skift motor. Nú eru vit byrjaðir aftur og tað er bara væl at fáa. Í gjár høvdu vit 11.000 pund, harav umleið 6.000 av toski. Í dag munnu vit hava um 8.000 pund og eini 2.500 til 3.000 pund av toski.
Vit avreiða til Sjógæti. Tað kennist sum stórur lætti at sleppa frá at kryvja. Eg havi staði á høvdinum og kruvt nú í eini 40 ár, sigur Oddmar, skemtandi, og leggur afturat, at tað er ein himmalsins lætti at sleppa frá at kryvja.



