Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Bragd og Bjørgvin landa

Jákup Ósá

Meðan hinir royna eystanfyri.

Nærum allir útróðrarbátarnir hava verið úti í dag. Tveir teirra eru eru lidnir at draga. Bragd gjørdi ein góðan túr og fekk 7000 pund, har helvt um helvt var toskur og hýsa. Bjørgvin landaði fyrr í morgun og hevði hann umleið 3400 pund.

Norðsøki, Líðhamar og Brandur royna allir enn. Teir liggja eystanfyri ella sunnanfyri Svínoynna.