Millum bestu túrar í heyst/vetur, har fiskiskapurin hevur verið vánaligur.
Bátarnir avreiddu fyrr í dag. Talan var um góðan túr.
Líðhamar og Bragd høvdu báðir yvir 8000 pund og tað er millum bestu túrarnar í heyst/vetur. Flestu útróðrarbátarnir eru farnir avstað aftur í kvøld og seta norðanfyri. Í morgin frætta vit, um góði fiskiskapurin heldur fram.


