Harleywoodpaint
Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Bragd seinur aftur við góðum fiskiskapi

Oliver Joensen

Oddmar Niclasen, skipari á Bragd segði í kvøld, at tað hevði gingið eitt sindur illa í hond í dag, tí teir fingu enda og noyddust at dregja eftir línuni. Men tað gekk, vit fingu alt aftur. Veðrið bleiv tó sera illfýsið seint seinnapartin so trupult var hjá okkum at arbeiða. Men vit fingu so alla línuna aftur og tað gjørdi eisini onkur annar av bátunum. Á 48 stampum høvdu vit í dag um 8.000 pund. – Meiningin er at fara út aftur í kvøld.

Um hendingina tá Bragd mundi verið niðursigldur av grønlenskum trolara, segði Oddmar, at hann enn onki sum helst hevði hoyrt frá myndugleikunum.