Fyri løtu síðani tosaðu vit við Janus Sørensen, skipara á Brandi. Jú, tað hevur gingið sera væl í nátt, segði Janus, veðrið var av tí allar besta. Vit settu norður úr Fugloynni og nú vit eru lidnir at avreiða. 8.500 pund av toski og restin hýsa. Ein sera góður útróðrartúrur.



