Einasti størri útróðrarbáturin norðuri í Hvannasundi gjørdi ein góðan túr í nátt. Janus Sørensen, skipari, segði fyri løtu síðani, at teir eru júst afturkomnir og gera seg til at fara út aftur. Tað var eitt sindur av vindi og gjálvi í nátt. Sýnið var tí vánaligt og hartil lítið ljós í morgun, so eg varnaðist onki um fugl, segði hann upp á fyrispurning mín um svartfugl.
Annars var val á, segði Janus, á 45 stampum høvdu vit 13.500 pund harav størra helvtin var toskur. Um prísin segði Janus Sørensen, skipari víðari, at toskaprísurin var góður, men at hýsuprísurin var ikki so góður um ein kundi vænta, men tó væl brúkiligur.
Vit fara út aftur um eina løtu, legði hann afturat.


