Janus Sørensen er skipari á einasta størri útróðrarbátinum í Hvannasundi. Tá vit tosaðu við Janus fyri løtu síðani, vóru teir við at seta aftur eftir at hava avreitt í dag. Janus sigur, at veiðan hjá teimum vigaði 10.000 pund, helvt um helvt toskur og hýsa. Eitt sindur blandað, men næstan alt sera góður og feitur fiskur.
Hetta má sigast at vera roktúrur, samanborið við nógvar túrar síðani seinasta summar. Tó, sigur Janus Sørensen, at fimm teir seinastu túrarnar í árinum sum fór lógu um 7000 pund. Tað er nógv tað frægasta brandur hevur fingið líka síðani seinasta summar. Túrarnir seinasta heyst lógu um trý hálvt fjórða túsind og onkur kom upp um fýra túsind pund.
Hesa tíðina á árinum skuldu bátarnir helst komið aftur við eini 10,12 og 15.000 pundum onkrar dagar, var tað sum áður.
Tá vit tosaðu við Janus Sørensen, skipara á brandi segði hann, at veðurforsøgnin sigur frá eitt sindur av vindi í nátt, so teir tóku bert 40 stampar við aftur í dag. Brandur og Líðhamar eru norðuri úr Fugloynni, ímeðan hinir bátarnir eru og hava verið vestari á.



