Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Brandur og Sølvi hava flutt føroyska spælið

Jákup Ósá

Føroyska spælið á landsliðnum hevur flutt mørk síðani tveir leikarar eru komnir inn á liðið.

Føroyska spælið á landsliðnum hevur flutt mørk síðani tveir leikarar eru komnir inn á liðið.

18 ára gamli Brandur H. Olsen úr FCK og 28 ára gamli Sølvi Vatnhamar úr Víkingi spældu báðir sín fyrsta landsdyst frá byrjan av týdningi móti Ungarn. Avrikið var sannførandi og føroyska liðið spældi munandi betri enn ofta áður. Báðir fingu sjálvandi afturval móti Grikkalandi, tá tað sum øllum kunnugt gekk enn betri.

Um tað er av tilvild er ikki lætt at vita, men í øllum førum hava vit sæð eitt føroyskt lið, sum er blivið munandi betri reint leikliga hesar báðar dystirnar, tá hesir báðir hava mannað miðvøllin í sínum fyrstu landsdystum frá byrjan. Báðir hava eisini verið millum teir mest eyðsýndu, tá føroyska liðið hevur havt bóltin. Á landsliðsstøðið verður ofta tosað um, at royndir hava stóran týdning, og tað hevur eitt lið heilt vist brúk fyri. Men hesir báðir leikararnir hava prógvað, at tað ber til at koma næstan beinleiðis inn – uttan at hava verið úttikin ella spælt serliga ofta – og vera millum teir mest eyðsýndu. Báðir vóru eisini við í uppspælinum til føroyska málið í Grikkalandi í gjár, eins og teir vóru við í fleiri øðrum góðum álopum og málroyndum. Framúrskarandi flott avrik!

Spennandi verður at fylgja føroyska landsliðnum framyvir, sum nú við hesum úrslitinum hevur skapt virðing og eina vón í føroyska fólkinum fyri føroyskum landsliðsfótbólti.