Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, ,

Brandur rokast – 13.500 pund í dag

Oliver Joensen

Tað hevur gingið sera væl hjá útróðrarbátunum síðani í heyst og tað, sum farið er av árinum boðar eisini frá góðum fiskiskapi. Brandur, einasti størri útróðrarbáturin norðuri í Hvannasundi, er komin aftur í dag við 13.500 pundum, harav 9000 pund hýsa og restin toskur.

Í gjár hevði hann, sum vit fyrr hava skrivað yvir 20.000 pund. Vit hava í dag fingið avrit av vektarseðlanum og har sæst at tað vigaði 10.033 kilo hjá teimum í gjár ella 20.066 pund.

Niðanfyri eru vektirnar frá í gjár:

Brandur 02.01.19

Toskur 1.  148 kg
Toskur 2.   561 –
Toskur 3. 1316 –
Toskur 4.   727 –
Toskur 5.   275 –
Hýsa    1. 2830 kg
Hýsa    2. 3573 –
Hýsa    3.   579 –
Hýsa    4.     16 –
Longa            5 –
Hvítingur        3 –

Tilsamans 10.033 kg