Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, , ,

Brandur seks túrar á Føroya Banka

Oliver Joensen

Fyri løtu síðani tosaðu vit við Janus Sørensen, skipara á útróðrarbátinum Brandur. Janus sigur, at tað hevur bara verið góður fiskiskapur í summar, vit hava verið seks túrar á Føroya Banka og hava fingið 83.000 pund til samans. Stórsti parturin hevur verið hýsa. Tó eisini nakað av øðrum, eitt nú longa, brosma og skøta. Onkur spragga var eisini, ein dagin tó fýra. 

Tá eg spyrjið um tosk, sigur Janus Sørensen, at tað er so eiga sørt við toski. Ein dagin fingu vit 400 pund av toski, annars bert nakrar fáar og í dag fingu vit ongan tosk á Føroya Banka.

Nú eru vit lidnir á Bankanum og fara at halda summarfrí ímeðan Brandur fer á beding har ymiskt viðlíkahald skal gerast.

Norðlýsið frætti eisini frá Líðhamri í gjárkvøldið. Tey høvdu verið eysturi í Holinum og høvdu mest longu og brosmu, umleið 7.500 pund.

Harleywoodpaint