Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Brandur skaraði framúr

Jákup Ósá

Norðlýsið hevur gjørt hagtøl yvir dystin móti Grikkalandi.

Norðlýsið hevur gjørt hagtøl yvir dystin móti Grikkalandi.

Tá ein hyggur søguliga landsdystin móti Grikkalandi ígjøgnum umaftur, so er ikki altíð at alt er, sum ein heldur við fyrstu uppliving undir dystinum á leikvøllinum, tá m.a. eingin sær nakra støðu umaftur. Norðlýsið hevur talt saman avleveringar í dystinum. Og har kemur fram, at ein leikari skarar heilt framúr, sum ein sjáldan sær í slíkum hagtølum. Brandur H. Olsen var tann føroyski leikarin, sum var klárt oftast á bóltinum, tá Føroyar skuldu spæla fótbólt. Í fyrra hálvleiki hevði hann áleið tvífalt so nógvar avleveringar sum teir næstu á listanum og tann gongdin helt fram inn til áleið miðjan seinna hálvleik. Tá byrjaði kreftirnar at ganga undan hjá Brandi, sum seinni bleiv fluttur út á vinstra vong, har hann ikki kom eins væl til sín rætt sum á ”10’aranum”.

Tilsamans hevði Brandur 35 avleveringar í dystinum og Hallur Hansson á 2. plássi hevði 24. Aðrir leikarar vóru ikki í nærheitini av Brandi, sum veruliga traðkaði í karakter, tá føroyska liðið hevði bóltin og skuldi skapa nakað.

Avleveringar í fyrra hálvleiki:

Navn Rættar avleveringarSkeivar avleveringar

Bárður Hansen 3 2

Atli Gregersen 31

Sonni R. Nattestad 3 2

Gilli Sørensen 1 1

Jóhan T. Davidsen 4 2

Fróði Benjaminsen 8 4

Hallur Hansson 8 2

Brandur H. Olsen 19 3

Sølvi Vatnhamar 6 2

Christian L. Holst 4 4

Jóan Símun Edmundsson6 0

Avleveringar í seinna hálvleiki:

Bárður Hansen 3 1

Atli Gregersen 3 0

Sonni R. Nattestad 2 1

Jóhan T. Davidsen 2 1

Fróði Benjaminsen 5 1

Hallur Hansson 9 5

Brandur H. Olsen 12 1

Sølvi Vatnhamar 6 2

Christian L. Holst 7 1

Jóan Símun Edmundsson7 2

Oddmar Færø 0 0

René S. Joensen 1 0

Avleveringar samanlagt:

Bárður Hansen 6 3

Atli Gregersen 6 1

Sonni R. Nattestad 5 3

Gilli Sørensen 1 1

Jóhan T. Davidsen 6 3

Fróði Benjaminsen 13 5

Hallur Hansson 17 7

Brandur H. Olsen 31 4

Sølvi Vatnhamar 12 4

Christian L. Holst 11 5

Jóan Símun Edmundsson13 2

Odmar Færø 0 0

René S. Joensen 1 0

Gilli Sørensen 1 1

Hesir leikararnir spældu minni enn allar 96 minuttirnar(við yvirtíð):

Gilli Sørensen var útskiftur í 13. minutti

Jóhan T. Davidsen kom inn í 13. minutti

Christian L. Holst var útskiftur í 76. minutti

Odmar Færø kom inn í 76. minutti

Jóan Símun Edmundsson bleiv skiftur 93. minutti

Rene S. Joensen kom inn í 93. minutti

Um avleveringar:

Ein avlevering teldur, tá leikarar velja at spæla bóltin. Tað telur ikki við, tá ein leikari driblar, hevur innlegg, skjýtur uppá mál, skallar bóltin burtur, er í nærdysti og annars, tá tað ikki tilvitað er talan um at avlevera.