Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Brandur til Lillestrøm?

Jákup Ósá

Okkurt bendur á, at føroyski landsliðsleikarin fær nýtt felag skjótt.

Tað er heimasíðan hjá FCK, ið skrivar at Brandur H. Olsen er í norska felagnum Lillestrøm og hyggur eftir umstøðunum har. Tað kundi bent á, at hann verður leigaður út ella seldur har til. Einki er tó enn staðfest, men tað liggur í kortunum, at Brandur neyvan heldur fram í FCK, tí hann ynskir spælutíð.  
Lillestrøm liggur í løtuni á 9. plássi av 16 liðum í bestu norsku deildini.