-Alarmurin varð settur í gongd í mogrun kl 9:00 greiðir Regin Marnersson, skúlastjóri frá. Næmingar og lærarar fóru stillisliga út gjøgnum nærmastu rýmingarleið og skúlin var fult evakueraður 2 minuttir og 9 sekund seinni.
Brandvenjing var á Skúlanum á Giljanesi í morgun, 28/3-14 kl 09.00
Brandvenjing var í bygninginum á Giljanesi í morgun.
Venjingin, ið er tann fyrsta av sínum slag í nýggja skúlabygninginum, gekk væl.
-Alarmurin varð settur í gongd í mogrun kl 9:00 greiðir Regin Marnersson, skúlastjóri frá. Næmingar og lærarar fóru stillisliga út gjøgnum nærmastu rýmingarleið og skúlin var fult evakueraður 2 minuttir og 9 sekund seinni.
-Næmingarnir vóru savnaðir á ætlaða savningarstaðnum niðanfyri høllina á Giljanesi og stóðu í røðum og vórðu tald upp.
3½ minutt eftir at alarmurin fór í gongd varð staðfest at allir næmingar, ið vóru í skúla í morgun vóru á savningarstaðnum, so vit meta at hetta var ein væl eydnað brandvenjing.
Brandvenjing verður aftur á Skúlanum á Giljanesi um ikki so rúma tíð.
-Ja, tað er ætlanin, at vit skulu hava regluligar brandvenjingar á skúlanum, sigur skúlastjórin. Trygdin er nakað, sum vit taka í størsta álvara. Tí skulu øll okkara starvsfólk eisini á 1.hjálparskeið í næstum. Hetta verður eftir ætlan stutt fyri ella beint eftir summarfrítíðina, sigur Regin at enda.




