Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Bráneyðugt er at gera nakað við tørvin á grundøkjum

Oliver Joensen

Í verðandi stund, eru 141 fólk á bíðilista, at fáa eitt økið at byggja á í Klaksvík.


 
Í verðandi stund, eru 141 fólk á bíðilista, at fáa eitt økið at byggja á í Klaksvík. Uttan iva eru tað fleiri, ið ikki eru aktuell longu á listanum, so tørvurin er kanska umleið 100 grundstykkir.
 
Vit kunna so seta okkum tann spurning, um tað er nøktandi, at næst størsta Kommuna í landinum, ikki kann veita øllum økið at byggja á?
 
Sjálvandi er tað ikki nøktandi!
 
Ígjøgnum tey seinastu árini hava fleiri minni útstykkingar verið framdar. Alt gott um hesar útstykkingar, men tær hava ikki megnað at loyst trupulleikan við bíðilistanum.
 
Neyðugt er, at Klaksvíkar Kommuna setur sær fyri at loysa tørvin. Serstakliga nú hugsa verður um, at tað skjótt verður koyrandi undir Leirvíksfjørð.
 
Tíð er ikki til, at hugsa í minni loysnum, sum geva 10-15 grundøkir at byggja á. Klaksvíkar Kommuna má seta sær fyri, at fara í holt við eina størri útbyggingar ætlan, ið minsta lagi tryggjar, at umleið 100 økir verða klár at byggja á, innan eitt ávíst tíðarskeið.
 
Tað er eyðsæð, at ein tílík ætlan krevur nógv upplendi. Tískil er økið omanfyri Niðan Horn vælegnað til hetta endamáli.  Har er ein góður slætti og skuldi verið pláss til væl omanfyri 100 grundøkjum.
 
Skal Klaksvíkar Kommuna vera ein Kommuna í vøkstri, er neyðugt at tryggja íbúgvinum økið at byggja á.
 
Kristian Eli ZachariasenBýráðslimur