Harleywoodpaint

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Breaking News:

Oliver Joensen

Pál Joensen til Battle Camp í Potsdam – Kanadiska heimasíðan SwimNews.com skrivar nú, at Pál Joensen er millum teir úrmælingar innan svimjing, sum eftir ætlan skulu venja saman á “Battle Camp” í Potsdam, frá 4. til 17. januar 2010

"The likes of Prilukov, Lobinski, Biedermann, Lurz and Maurer are already committed to the January camp, along with South Africans Chat Ho and Riaan Schoeman and Pál Joensen from the Faroe Islands."

Kelda: http://www.swimnews.com/news/view/7289

Svimjisamband Føroya kann vátta, at samband er við Dirk Lange høvuðsvenjara hjá týska svimjisambandinum, um at fáa Pál við á venjingarleguna. Endalig avtala er ikki gjørd enn, men umtalan á SwimNews man merkja, at Pál er væl á veg inn í hópin.

Nevndu nøvn eru fýra heimsmeistarar (Yury Prilukov, Paul Biedermann, Thomas Lurz og Angela Maurer), umframt mest sanníkt Nikita Lobintsev ið vann silvur í 4×200 frí á OL í Beijing, og tveir suðurafrikanskir langteinarar í menning).
Sigur Svimjisambandið í tíðindaskrivi fyri løtu síðani.

Les meira á her á svimjing.com:
http://www.svimjing.com/2009/10/29/story/pal-joensen-til-potsdam-battle-camp