Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Breið semja í býráðnum um fíggjarætlanina

John William Joensen

Sparingar fyri meira enn 25 mill.kr. og 1% í skattahækking, saman við syskinnafrádrátti var nakað av tí sum býráðslimir valdu at standa saman um.

Á býráðsfundinum gjárakvøldið var fíggjarætlanin fyri 2009 samtykt og við henni verða umfatandi sparingar nú gjørdar.

Umframt at skerja fíggjarætlanina við 25 mill.kr. kom fram, at neyðugt fór at verða við fleiri sparingum, sum umsitingin og leiðslan í býráðnum nú skulu fremja.

Ein avleiðing av hesum er uppsagnir, umframt at nøkur størv verða sett niður í tíð.

Tað var ein álvarsamur stemningur í býráðnum tá borgarstjórin framman fyri eini fullsettari áhoyrarafjøld legði fíggjarætlanina fyri 2009 fram.

Orðaskiftið var merkt av at býráðslimir í longri tíð hava verið ígjøgnum drúgvar samráðingar.

Ein minniluti tók serstøðu
Ein minniluti í býráðnum, Gunnvá við Keldu og Atli Justinussen komu við einum broytingar uppskotið har høvuðsboðskapurin var ikki at hækka skattaprosentið.

Inntøkumetingin frá TAKS, sum uppskotið hjá meirilutanum bygdi á, hækka við fýra milliónum krónum. Harafturat meitt minnilutin at fáa inntøkur frá privatiseringum av vasking, partum av teknisku umsiting o.ø. og at umskipað virkseminum í høvusskrivstovuni og at at minka um bilparkina hjá Kommununi.

Varaborgarstjórin

Kristian Fríðrikk helt at tá hann fór út og gørdi greitt fyri fólki hvussu álvarslig støðan hjá Kommununi var kundi ein kanska havt málborið seg betur – men tað var neyðugt og eftirfylgjandi hevur effektin av útsøgnini verið sum ætlað.

– Stovnar eru hildnir uppat at brúka pengar og floymurin av rokningum til kommununa er minkaður mundandi. Hetta var neyðugt fyri at geva umsitingini og politikarunum stundir til at viðgerða støðuna og finna eina loysn – sum í dag verður løgd fyri býráði.

Minnilutin
í býráðnum stóð saman við restini av samgonguni um fíggjarætlanina og undir orðskiftinum segði Kristian Eli Zakariasen m.a. at tað hevur verið ov vánalig stýring við nógvum av verkætlanunum, sum Kommunan hevði sett í verk. Hann vísit á at kreppan var álsvarslig og at kommunan hevði ein bráðfeingis tørv at fáa 15 milliónir krónur fíggjaðar her og nú.

Hann segði at hann saman við minnlutanum hevði sett fram krav um at umsitingin uttan politiska uppíblanding fekk gjørt eina niðurstøðu sum greitt segði fólki hvussu álvarslig støðan var og at hetta var lagt út á heimasíðuna hjá býráðnum.

Tummas Lervig vísti á at stutta tíðarskeiði hann hevði sitið í býráðnum (hálvt ár) hevði tað verið ein stór uppgáva at finna eina loysn á fíggjartrupuleikunum nú inntøkurnar vóru minkandi.
– Sparingarnar sum nú verða framdar eru ógvusligar, men neyðugar. Við at hækka skattaprosenti við einum stigi verður tað ikki bara tey, sum merkja sparingarnar, sum skulu bera alt men vit øll sum liva í samfelagnum verða við til at lyfta hesa byrðu.

Borgarstjórin
fegnaðis um samstarvið í býráðnum og segði at hetta var ein realistisk fíggjarætlan, sum bygdi á veruleikan sum hann var í dag. Tó vísti hann á at seinasta inntøkumetingin hjá TAKS er ein millión krónur lægri enn tann sum fíggjarætlanin bygdi á – men at hetta fór man at taka hædd fyri í ætlaðu sparingunum. Hann vísti eisini á at tær sparingar, sum minniluta uppskotið legði upp til eisini vóru partur av teimum sparingum, sum hann nú saman við umsitigini fór at gjøgnumføra.

Hann endaði við at siga at Klaksvík er ein sera virkin býur og at íløgurnar, sum vóru gjørdar seinastu árini høvdu kosta nógv, men at tær eisini fóru at tryggja býinum eina góða framtíð.

– Vit bera í dag kostnaðin av hesum íløgunum, men um ikki so langa tíð so fáa vit ágóðan av teimum, segði hann m.a..

Atkvøddi ímóti
Tá uppskotið hjá Gunnvu við keldu og Atla Justinussen kom til atkvøðugreiðslu fall uppskotið við bert tveimum atkvøðum fyri.
 
Tá uppskotið hjá meirilutanum kom undir atkvøðugreiðslu atkvøddu allir býráðslimir fyri uttan Gunnvá við Keldu og Atli Justinussen.

Borgarstjórin spurdi um nakar atkvøddi ímóti og bert Atli Justinussen reistist úr stólinum og sostatt var ein ímóti og ein blonk. Hóast Atli Justinussen var einasti býráðslimur sum atkvøddi ímóti tók hann ongantíð orði undir viðgerðini í býráðnum.

Uppsagnir og sparingar
Í morgun situr borgarstórin á fundi við deildarleiðarar og umsiting um sparingarnar sum býráðspolitikaranir hava sett út í korti.

Vit hittu borgarstjóran áðrenn hann fór á fundin í morgun men hann vildi einki siga.

Hann váttaði tó at tala var um at fremja uppsagnir, men vildi tó ikki koma við viðmerkingum fyrr enn fundurin varð liðugur.

—————–

Fíggjarætlanin samtykt við hesum viðmerkingum:

Fíggjarnevndin mælir býráðnum til at samtykkja uppskot nr. 4 til fíggjarætlan fyri árið 2009, við teimum tilhoyrandi viðmerkingunum, dagfest 28/10-08, sum við 21,75% í kommunuskatti og Kr 4.000,- í barnafrádrátti javnvigar við 131,25 mkr. í skattainnt.; 88,86 mkr. í rakstrarútr.; 8,25 mkr. í rentum; 10,0 mkr. í avdráttum og 24,14 mkr. í íløgum.
Nevndin mælir til, at sett verður í verk ein systkinaavsláttarskipan innan barnaansingina fyri upp til Kr 300.000,- hvørs nærri treytir verða at útgreina og leggja fyri aftur til samtyktar.