Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Breiðband í Hvannasund um hálvan februar

Oliver Joensen

Hvørki Viðareiði ella Hvannasund hava havt breiðband, men við nýggja fiberkaðalinum hjá Føroya Tele, býðst nú møguleikin.

Tað at einki breiðbandsamband hevur verið norður um fjall, hevur verið orsakað av sambandinum ímillum støðina í Klaksvík og Norðdepil. Kaðalin, sum liggur til Viðareiðis kann nýtast til breyðband, men tað hevur ikki verið møguligt, soleingi samband ikki hevur verið úr Norðdepil til Klaksvíkar.

Føroya Tele er nú í ferð við at leggja fiburkaðal av telefonstøðini í Klaksvík og til Norðdepils. Strekki frá Norðdepil og til ímillum tunellirnar í Árnafirði er liðugt og somuleiðis er kaðalin lagdur av Helnabrekku og á Telefonstøðina í miðbýnum. Eftir er so strekkið úr Helnabrekku og norður til tunnilsmunnarnar Árnfjarðarmegin.

Rørini eru um at vera liðugt løgd og síðani er eftir at spulað fiburin ígjøgnum.

Arbeiðið verður nevniliga gjørt á tann hátt, at fyrst vera rørini løgd og tá hetta arbeiðið er liðugt, verður tann sera tunni fiburkaðalin spulaður ígjøgnum við vatni. Fremst á hevur kaðalin eitt lítið segl, sum ger at hann fer við vatninum.

Spulað var ígjøgnum í einum strekki av Helnabrekku og á Telefonstøðina, og eisini úr tunnilsmunnunum Árnfjarðarmegin og norður í Norðdepil.

Páll Højgaard Vesturbúð, leiðari á Norðurøkinum hjá FT sigur, at tað veldst nakað um veður og vind, nær alt arbeiðið kann gerast liðugt, men gongst sum ætlað, so kann roknast við at breiðbandssambandið verður klárt um hálvan februar.