Undir heitinum, Sex krevur samtykki, fer eitt nýtt upplýsingarátak ígongd hesa vikuna.
Undir heitinum, Sex krevur samtykki, fer eitt nýtt upplýsingarátak ígongd hesa vikuna.
Tað eru Amnesty International, Føroya Politi, Fólkaheilsuráðið og Sig frá/Almannamálaráðið, sum í felag skipa fyri átakinum.
Endamálið við átakinum er at varpa ljós á, at sex uttan samtykki er brot á kropsliga sjálvræðið hjá tí einstaka.
”Týdningarmikið er at fáa ung at vera tilvitað um at seta egin mørk og um at virða mørkini hjá øðrum”, siga, fyriskipararnir í tíðindaskrivi.
”Neyðugt er eisini, at foreldur og onnur vaksin tora at taka hetta prátið við tey ungu, soleiðis at vit øll tora at tosa um sex og samtykki,” siga tey.
Átakið er skipað soleiðis, at stórar plakatir verða hongdar upp kring landið. Tær verða at síggja við ítróttarøki, við buss steðgistøð og onnur støð, har nógv fólk koma.
Á Facebook síðuni Samtykki og øðrum talgildum miðlum verða stuttir lýsingarfilmar at síggja, har ungfólk siga frá.
Harumframt heita fyriskipararnir á fólk um at brúka hashtaggið #samtykki.”




