Harley
Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Brendir mál møguleikar kostaðu dýrt hjá KÍ

Jákup Ósá. Myndir: Oliver Joensen

Hóast KÍ nærum vassaði í stórum møguleikum í seinna hálvleiki, so var tað HB, sum vann uppá tvey stór persónlig mistøk frá KÍ, sum revsaði heimaliðið og vann 2-0.

Í stuttum kann sigast, at liðini áttu hvør sín hálvleik. HB var greitt betra liðið í fyrra hálvleiki og 1-0 leiðslan var ov lítil í mun til leikgongdina. 
Men í seinna hálvleiki setti KÍ seg á dystin og skapti 4-5 stórar møguleikar. Men bólturin vildi ikki inn og so gjørdi enn eitt persónligt mistak, at HB kundi skora til 0-2. 
Sum heild ein dystur, har liðini áttu hvør sín hálvleik. KÍ hevði nokk av møguleikum til at skora fleiri mál, men HB leikararnir vóru kaldari í avgerandi løtunum og vunnu tí øll stigini.