Í 1946 legði Churchill fram sínar visiónir um týdningin av einum sameindum Evropa. Hetta varð avgerandi neyðugt fyri at standa ímóti sundurlindi og óstabiliteti, sum sterka nationalisman í Evropa hevur ført við sær í øldir.
Í 1946 legði Churchill fram sínar visiónir um týdningin av einum sameindum Evropa. Hetta varð avgerandi neyðugt fyri at standa ímóti sundurlindi og óstabiliteti, sum sterka nationalisman í Evropa hevur ført við sær í øldir.
Tá Margareth Thatcher var enskur premier ministari, helt hon røðu í evropa parlamentinum, har hon ávarði móti hugsanini um ein Evropeiskan Nationalstat. Hon sá hetta sum eina sosialdemokratiska ræðumynd eins og táverandi Sovjetsamveldi. Teir tankar sum hon ger sær í røðuni, meðan kalda kríggið enn herjaðar, eru í dag veruleikar sum eru sera nærliggjandi fyri Bretsku tjóðina, nú tjóðskaparflokkar á uttasta høgra og vinstravonginum, tevja blóð.
Hóast tað var sjálvur Winston Churchill, sum í røðu í 1946 gjørdi greitt at einasti hátturin at avmarkað valdi hjá nationalistisku kreftunum í Evropa, sum í øldir vóru rót til kríggj og óstabil viðurskifti í Evropa, so vrakaði ein meiriluti av bretum visiónini um eitt sameint Evropa á fólkatkvøðu í gjár.
Ein høvuðsorsøk er at bretar síggja ES sum eitt sentralt stýri sum ikki hevur rót í fólkinum, men er vorðin ein politiskur yvirklassi. Ein høvuðsorsøk til avgerðina hjá bretum, er flóttafólkakreppan har stjórnarleiðarar í Evropa ikki hava megnað at funnið felags stev.
Churchill ger greitt í røðuni at hóast kanónirnar eru tagnaðar er vandin fyri sundurlindi altíð nærverandi og ein hóttan móti framgongd og friði.
Brot úr røðu Churchill´s frá 1946:
“There is a remedy which … would in a few years make all Europe … free and … happy.It is to re-create the European family, or as much of it as we can, and to provide it with a structure under which it can dwell in peace, in safety and in freedom.We must build a kind of United States of Europe.”




