Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Bretska stjørnin stevnir íslenska tjóðarbankan

John William Joensen

– Eg havi í dag givið boð um at bretska stjørnin stevnir íslendska tjóðbankanum, fyri tann pening sum vit nú hava lagt út til tey sum hava havt pening innistandandi í íslenskum fíggjarfyritøkum í Bretlandi.

– Vit eru ikki sørt ørkimlaður av støðuni hjá íslendsku stjørnini, og tí havi eg tikið stig til at fáa greiðu á viðurskiftinum men tað er ikki nøktandi at vit einki fáa at vita frá íslendsku stjørnini, segði Gordon Brown í morgun har hann m.a. segði at bretska stjørnin var til reiðar at seta tiltøk í verk í samband við íslendsku bankarnar.

Fyri løtu síðan segði hann beinleiðis í sjónvarpið at bretska stjørnin hevði lagt sak móti íslendsku stjørnini fyri tann pengin sum bretar hava mist í íslendskum bankum – og sum íslendska stjørnin ikki hevur veitt trygd fyri.


Sí – samrøðuna á CNN