Harleywoodpaint
Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, , ,

Bretski fiskimálaráðharrin á vitjan á Kósini

Oliver Joensen

George Eustice, ráðharri í fiskivinnumálum (Minister of State at the Department for Environment, Food and Rural Affairs), kom til Klaksvíkar um eitt tíðina í dag, saman við Høgna Hoydal, fiskimálaráðharra Føroya. Teir komu beinleiðis av flogvøllinum og tað var Jógvan Hansen, stjóri á Kósini, ið tók ímóti uttanfyri Kósavirkið.

Umframt embætisfólk og onnur, so vóru eisini umboð fyri vinnuna við á vitjanini á Kósini. Vit fingu nakrar myndir áðrenn tey sessaðust til borðs á Kósavirkinum, síðani skuldi enski George Eustice, enski ráðharrin í fiskivinnumálum fáa eina kunning um Kósasamtakið. Aftaná fingu tey eina rundvísing og síðani gekk leiðin til Runavíkar, har tey skuldu vitja á Bakka. Meira sæst um vitjanina aðrastaðni her á síðuni. Her nakrar myndir av Kósini í dag: