The Guardian: Skemtingarsamur, inniligur, rørandi…. The Telegraph: 75 ára gamli Cliff er í essinum og sær út til at hugna sær á pallinum nú hann er farin heimsturné, nærverandi og hóast røddin onkuntí tyktist troytt, so megnaði hann at geva eina sera góða framførslu, sum rúnabant áhoyrararnar…. The Scotsman: Hann megnar tað framvegis, hóast hann er 75 so dansar hann og hevur eina imponerandi røð av hittum. Tað besta er at framførslan er jarðbundin har hann ikki tekur seg sjálvan alt ov álvarsamt…..

Jú, føroyskir ummælarar harmast sjálvandi um at Summarfestivalurin ikki satsar meira upp á nýggj, ung føroysk nøvn, men hesin kritikkurin er ikki rættvísur.
Summarfestivalurin hevur altíð havt pláss fyri ungum, nýggjum og minni kendum føroyskum talentum.
MEN!!!
Veruleikin er tann at tað eru ikki so mong sum vilja gjalda dýr atgongumerki fyri at hoyra nýggj og minni kendar bólkar og tað skerst ikki burtur, at tað eru tey meira etableraðu og kendu nøvnini, sum Summarfestivalurin hevur megnað at drigið til Klaksvíkar, sum fáa fólk at fjeppast um størsta og mest fólksliga átak í Føroyum.
Eingin festivalur dregur so nógv fólk sum Summarfestivalurin og tað er eingin ivi um at við Cliff Richard ferð ársins festivalur at spreingja øll føroysk met fyri vitjandi.
Við at undirskrivað avtalu við Sir Cliff Richard hava fyrireikararnir av ársins Summarfestivali eisini átikið sær eina ógvusliga og krevjandi uppgávu – tí ársins Summarfestivalur og konsertin við Cliff Richard fer at hava størstu mannfjøld, sum nakrantíð er savnað í Føroya søgu.
Bara tað er orsøk til at keypa atgongumerki beinanvegin – tí tann góða upplivingin er longu heilt vís!!!
http://www.telegraph.co.uk/music/what-to-listen-to/cliff-richard-killarney-review/