Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Brexit: Føroyar hava fingið eina góða avtalu

John William Joensen

Eg haldi at vit hava eina góða avtalu við Bretland. Kann hon gerast betur fara vit at samráðast um tað, sigur Poul Mikkelsen, landstýrismaður í uttanríkis- og vinnumálum, í viðmerking fríggjakvøldi.

Myndatxt: 31. Januar undirskrivaðu Føroyar og Stóra Bretland nýggjan handilssátmála. Hetta var samstundis einans ein av seks handilsavtalum sum Bretland yvirhøvur hava gjørt síðani brexit fólkaatkvøðuna.

 

Føroyar hava samráðst um eina handilsavtalu, sum umfatar allar útflutningisvørur, sum vit hava tørv á nú. T.v.s. at vit hava tryggja at allar vørur, sum vit í dag framleiða kunnu seljast til UK – hetta líka mikið um talan er um eitt hart ella bleytt Brexit.
Tað vil so aftur siga at ein søla til UK uppá góðar 800 mió. Kr. sleppa tollfrítt inn í UK. Har sum kvotur eru hava vit eisini tryggja at tær vørur, sum vit framleiða rúmast innan kvoturnar. So hava vit avtala, at so skjótt Brexit er avklára fara vit at hyggja eftir hvørjar nýggjum møguleikum ein avtala millum UK og Føroyar kundu verði áhugaverdar at lagt aftrat. Eitt aktuelt dømi kundi verði at vit fingu loyvi at selt fiskafóður við Gluten innihaldi til UK. Øll onnur lond samráðast við UK um tey 4 frælsini t.v.s. at tær samráðingarnar eru munandi meira umfatandi og munandi meira stýrt eftir at fáa eina avtalu sum er í javnvág millum londini. Handilsjavnvágin millum UK (800 mill) og Føroyar (250 mill) er sera trupul m.a. tí at so stórur munur er á marknaðarstøddini sæð í mun til fólkatali. At vit hava tryggja okkara útflutning til UK var av stórum týdningi fyri okkara vinnu og óttin um at vit ikki fóru at røkka eini avtalu innan Brexit var ræðandi.

Eg haldi at vit hava eina góða avtalu – kann hon gerast betur fara vit at samráðast um tað, sigur Poul Mikkelsen, landstýrismaður í uttanríkis- og vinnumálum, í viðmerking fríggjakvøldi.

Les meira um avtaluna millum Føroyar og Bretland her