B36 fingið nýggjan álopsleikara.
B36.fo skrivar: Toppskjúttin hjá Skála er maðurin, sum í fremstu røð skal senda neyðugu bóltarnar í netið fyri B36
B36 og Brian Jakobsen hava undirskrivað sáttmála, sum knýtir vandamikla áleyparan at okkum næstu tvey árini.
Brian, sum er 26 ára gamal, hevur í fleiri ár markerað seg sum ein vandamiklan harra í føroyskum fótbólti, og tað fer hann vónandi eisini at gera, nú hann fer at spæla í hvítum. Í øllum førum heldur hann, at B36 er eitt felag, sum hóskar væl til sín.
– Mær hevur altíð dámt væl spælistílin hjá B36, har nógvir málmøguleikar verða skaptir.
– Sjálvur flyti eg nú til Havnar, og skuldi eg velja millum B36 og HB til mína fótbóltsframtíð komandi árini, so var eingin sum helst ivi.
So alt í alt rokni eg við, at hetta verður ein spennandi uppliving saman við nógvum góðum spælarum, sigur Brian Jacobsen.



