Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Bringumynd av Jógvan Waagstein í býarlundini í Klaksvík

Tíðindaskriv

Fríggjadagin 31. mai verður ein standmynd av Jógvan Waagstein, fjøldlistamanni avdúkað í Klaksvík.

Tað er Norðoya Sparikassi, ið saman við Klaksvíkar kommunu, sum skipar fyri.

Jógvan Waagstein var føddur í Klaksvík, sonur Samuel Michael Joensen, lærari og deknur úr Gerðum í Klaksvík og Mariu Fredrikku, f. Olsen av Toftanesi í Leirvík. Hon var ein mentað og gudrøkin kvinna. Fleiri eru tey, ið siga, at listagávur Waagsteins eru arvaðar av Toftanesi.

Jógvan Waagstein var giftur við Elsebeth Súsannu, f. Dahl úr Vági.

Jógvan Waagstein var ein fjøldbroyttur listamaður. Umframt sítt lívsstarv sum lærari tókst Waagstein við nógv ymiskt mentanarligt arbeiði, millum annað var hann nótauppteknari, komponistur, listamálari og urguleikari í Havnar kirkju.

Hann stóð í mong ár fyri Havnar Fimleikafelag og stjórnaði Havnar Sangfelag. Ímillum løgini, hann hevur gjørt, kunnu nevnast: Í búri, Tíðin rennur sum streymur í á, Hann rann sær kátur og Ein skortlitt kúgv við garðalið.

Jógvan Waagstein var eisini ein virkin listamálari. Motivini eru tey allarflestu landsløg og bygdaløg í Føroyum. Hann hevur m.a. málað altartalvurnar í Árnafirði,  Mikladali og í Hovi.

Norðoya Sparikassi og Klaksvíkar kommuna vilja við hesum heiðrað mentamanninum, Jógvan Waagstein.

 

Skrá fyri hátíðarløtu
– JÓGVAN  WAAGSTEIN 140 ÁR Í  2019

Dagur: Fríggjadagur 31. mai 2019 kl. 16.00 – 17.30

Stað:  Miðhøllin á Skúlatrøð

Vertur: Dávur Winther, mentanarleiðari í Klaksvíkar Kommunu

Signhild V. Johannesen, forkvinna í mentarnevndini, bjóðar vælkomin

Kirkjukórið syngur “Dimmið” – Lag: Jógvan Waagstein

Andras Sólstein, savnsleiðari, sigur frá um Waagstein

Tónlistaskúlin, “Tíðin rennur sum streymur í á”,  við klassiskum ljóðførum.

Gulla Øregaard, abbadóttir Waagstein, fortelur um abba sín, Jógvan Waagstein

17 Sangarar, “Vár við lýggjum vindi” – Lag: Jógvan Waagstein

Alex Sólstein, fyrrverandi skúlastjóri, hugleiðir um løtur saman við Jógvan Waagstein

Ingibjørg Hansen og Magni Husgaard, “Í búri” – Lag: Jógvan Waagstein

Marner Mortensen, stjóri í Norðoya Sparikassa tekur samanum og bjóðar yvir í býarlundina

Stað: Býarlundin, við minnisvarðan

Alex Sólstein, Andras Sólstein og limir úr Klaksvíkar hornorkestri spæla “Signaða sól”

– Lag: Jógvan Waagstein

Gulla Øregaard avdúkar bringumyndina av Jógvan Waagstein

Felagssagur “Tíðin rennur um streymur í á” – Lag: Jógvan Waagstein

Norðoya Sparikassi bjóðar kaffi og okkurt afturvið.