Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Brot úr søguni um Rock Kongin

John William Joensen

Sutt samrøða við Abert Wertheimer: Hvør var gentan á kenda, sum Elvis mussar á kendu Albert Wertheimer myndini?

Í mars 1956 fekk ein ungur fotografur til uppgávu at taka myndir av einum ungum sangara. Hetta árið møtti Albert Wertheimer Elvis Presley. Wertheimer klikti nøkur av teimum mest kendu, spontanu aftanfyri pallin myndirnar av Elvis. Í dag er hendan myndin kendur undir heitinum: Elvis The Kiss myndin.

Hvussu møtti tú
Elvis á fyrsta sinni?
Eg fekk eina uppgávu frá RCA. Eg var sera spentur uppá hesa uppgávuna, tí eg visti at eg so skuldi arbeiða við tí kenda Tommy Sorsey, umframt at eg var biðin um at arbeiða saman við Elvis Presley. Tá hevði eg ongantíð hoyrt um Elvis. Eg møtti honum fyrstu ferð í skiftingarrúminum í CBS sjónvarpsstovuni #50, har hann gjørdi seg kláran til hansara fimtu framførslu á Dorsey pallinum. Fyri mær tóktist Elvis at keða seg eitt sindur. Hann geispaði. Har var eisini ein sølumaður, ið seldi gimsteinsringar og hevði Elvis júst bílagt ein gimsteinsring við einum hesta skógvi og einum hesta høvdi. Elvis hevði hendan ringin uppá fingrinum langa tíð eftir hetta.

Hvør er søgan aftanfyri kenda Wertheimer myndina, har Elvis fríggjar við eini gentu á trappuni?
Hendingin fór fram í einum myrkum horni aftanfyri pallin á Mosque Pallinum í Richmond, Virginia, tveir minuttir áðrenn Elvis fór á pallin at framføra frammanfyri fýra túsund fólkum. Hetta var tann 30 juni 1956.

Hendan gentan segði við Elvis, eg eri vís í at tú ikki dugir at kyssa meg.  Tað eri eg vísur í at eg kann, svaraði Elvis henni.

Hendingin tók bert ein tíggjundapart av einum sekundi. Ein minutt seinni fór Elvis á pallin. Akkurát tá var eg á aftur úr wcinum sá eg Elvis og hesa gentuna fjasa og hava eitt slag av einari privatari løtu. Eg segði við meg sjálvan, um eg taki eina mynd av hesum, so kann Elvis skipa soleiðis fyri, at eg verður koyrdur úr starvinum. Men eg segði við meg sjálvan hvat sørin, eg taki kjansin… Ímeðan eg soleiðis tosaði við meg sjálvan, setti eg myndatólið fyri eyga, sá eg hesar tveir persónarnar við einum vindeyga í bakgrundini. So flutti eg meg nærri og nærri og áðrenn eg visti av, so klikti eg á myndatólið. Til síðst standi eg so nær, at tey eru í vegin, so eg kroysti meg ímóti galendaranum fyri at fáa ein annan vinkul. Eg tók eina mynd, har Elvis er rættiliga nær við gentuna. Tá ger Elvis eitt rykk og stingur tunguna út…restin er søga.

Øll vilja vit hvør hendan gentan á myndini er. Men satt at siga, so veit eg enn ikki hvør hon er. Fyri fleiri árum síðan, tá var tað ein dáma úr suðurstatunum, sum segði seg vera hana og hon metti, at eg skuldi gjalda henni fyri tað. Eg spurdi hana so um hvussu gomul hon nú var í dag 41 ár eftir tilburðin. Hon segði at hon var 65.

Tað stutta av tí langa er, at et helt at handan gentan skuldi haft verið nógv yngri. Eg spurdi hana eisini um hvat hon gjørdi dagin fyri og dagin eftir at myndin varð tikin. Tá sigur hon, at hon saman við Elvis fleyg norður til Niagrafossin. Tá segði eg við hana, at hon avgjørt ikki kundi verða gentan á myndini, tí at tað hon segði ikki passaði við tað sum hendi. Men hon helt áfram at siga seg verða gentuna á myndin.

Tá sigi eg við hana, at Elvis kysti rættiliga nógvar gentur. Tað kann verða at tú hevur fingið ein koss frá honum, men tú ert ikki gentan á myndini. Hendan konan fekk so ein advokat at taka málið upp, men eg kundi prógva at hon ikki var gentan á myndini, men tað tók mær seks mánaðir at fáa loyst hendan trupulleikan.

Tú mást vera errin av at hendan myndin síðani er vorðin ein ikon í søguni um Elvis og RokknRoll. Ja, tað eri eg, men tað mest spennandi var tá Diane Deaton, sum tann fyrsta keypti myndina frá mær. Seinni skrivaði hon at hendan myndin var tann mest eggiliga myndin, sum nakrantíð er tikin. Eg má viðganga at eg eri samdur við henni.

Harleywoodpaint