Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Bróta siðvenju um løgtingsformannin

John William Joensen

Tá Páll á Reynatúgvu verður valdur til løgtingsformann á tingfundinum í dag, soleiðis sum tíðindi hava gingið um teir seinastu dagarnar, so er hetta fyrstu ferð, síðani nýggja Stýrisskipanarlógin kom í gildi, at ein sitandi løgtingsformaður, sum er afturvaldur í løgtingið, ikki fær møguleikan at halda fram í formanssessinum.

Tá Páll á Reynatúgvu verður valdur til løgtingsformann á tingfundinum í dag, soleiðis sum tíðindi hava gingið um teir seinastu dagarnar, so er hetta fyrstu ferð, síðani nýggja Stýrisskipanarlógin kom í gildi, at ein sitandi løgtingsformaður, sum er afturvaldur í løgtingið, ikki fær møguleikan at halda fram í formanssessinum.

Tað er siðvenja í okkara grannalondum, at ein tingformaður verður sitandi til hann sjálvur leggur frá sær, ella ikki verður afturvaldur í tingið. Hesa siðvenju hevur løgtingið tikið til sín, og vit sóu hana millum annað, tá Edmund Joensen í 2004 varð afturvaldur við stuðli frá øllum 32 sum tá sótu í løgtinginum. Tvey ár frammanundan skuldi nýggjur tingformaður veljast, tí Finnbogi Ísakson stillaði ikki upp á valinum. Tá máttu trý valumfør til, áðrenn Edmund Joensen var valdur.

Grundhugsanin við nýggju stýrisskipanarlógini er, at greiður skilnaður skal vera millum lóggevandi og útinnandi valdið. Millum annað tí, skal tingformaðurin ikki vera partur av ”kabalini”, tá málsøki í landsstýrinum verða býtt.

Jógvan á Lakjuni ikki spurdur

Sitandi løgtingsformaður, Jógvan á Lakjuni, varð fyri fíra árum síðani valdur við stuðli frá øllum 33 tingfólkunum. Hann varð á løgtingsvalinum tann 1. september, valdur aftur í løgtingið, og tí átti hann, sambært siðvenjuni, at hildið fram í formanssessinum, um hann ikki sjálvur ynskti nakað annað. Men sambært honum er hann als ikki spurdur, um hann hevur áhuga í at halda fram í sessinum.

Lítlan politiskan týdning

Arbeiðið sum løgtingsformaður verður ikki roknað fyri at hava stóran politiskan týdning, millum annað tí at tingformaðurin vanliga ikki luttekur í viðgerðini av politiskum málum. Men starvið verður kortini roknað sum tignarligasta starv í politisku skipanini.