Harley
Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Broyting í nevndini í BankNordik

Banknordik

Nevndin í BankNordik mælir til nýval av Niels Vestermark sum avloysara fyri Bent Naur, sum er uppstillaður til nevndarval í aðrari fíggjarfyritøku

Nevndin í BankNordik mælir til nýval av Niels Vestermark sum avloysara fyri Bent Naur, sum er uppstillaður til nevndarval í aðrari fíggjarfyritøku


Á komandi ársaðalfundi bankans hin 26. mars 2013 fer nevndin at mæla til, at nevnd bankans framhaldandi hevur fýra aðalfundarvaldar nevndarlimir. Nevndin mælir til afturval av Klaus Rasmussen, Jens Erik Christensen og Nils Sørensen. Bent Naur, ið varð valdur í nevnd bankans á seinasta ársaðalfundi, hevur valt ikki at taka við afturvali. Orsøkin til hetta er, at Bent Naur er uppstillaður sum nevndarvalevni í eini aðrari fíggjarfyritøku, Nykredit Holding og Nykredit Realkredit, seinni í hesum mánaðinum.

”Vit høvdu fegin viljað, at Bent Naur helt áfram í nevndini, men skilja fullvæl hansara áhuga fyri nýggju og spennandi avbjóðingini. Vit vilja veita Bent Naur eina stóra tøkk fyri hansara stóra og týdningarmikla arbeiði fyri bankan í einum týðandi og umskiftiligum skeiði” sigur Klaus Rasmussen, nevndarformaður í BankNordik.

”BankNordik hevur seinnu árini víðkað munandi um virkisøki bankans, har keypið av útvaldum pørtum av virkseminum frá Amagerbanken frá 2011 er ein týðandi lutur. Bankin hevur seinastu tíðina arbeitt miðvíst við at sameina samlaða virksemið og tillaga bygnaðin, soleiðis at tænastan til kundan og lønsemi nú aftur verða sett í miðdepilin. BankNordik er ein sterkur banki, og eg fari við áhuga at eygleiða
bankans framhaldandi menning,” sigur Bent Naur í sambandi við, at hann nú tekur seg úr nevnd bankans.

Sum nýggjur nevndarlimur við serligum kunnleika til peningastovnsvirksemi verður mælt til val av Niels Vestermark, sum er fyrrverandi økisstjóri í Sydbank, og sum harumframt hevur haft leiðandi størv í øðrum donskum fíggjarfyritøkum. Niels Vestermark hevur sostatt gjølligan kunnleika til peningastovnsvirksemi.

Seinastu árini er ein alsamt størri partur av teimum, sum hava tikið prógv á Fiskivinnuskúlanum, farin undir hægri lestur á universitetum í fleiri ymsum londum, t.d. Norra, Danmark, Póllandi, Australia, Skotlandi og Onglandi, og henda gongdin fer væntandi at halda fram. Fleiri av hesum ungu eru longu komin aftur til Føroya at búgva og arbeiða.

Nýggja tilfeingisbreytin er grundað á tey føroysku náttúruvirðini, sum gevur teimum ungu eina føroyska barlast, áðrenn tey fara uttanlands at lesa. Tí kann roknast við, at fleiri teirra fara at velja hægri útbúgvingar, sum vit hava brúk fyri í Føroyum, og vónandi fer onkur teirra at seta nýggj arbeiðspláss á stovn.

Javnsettar breytir

Ein misskiljing millum ungfólk í fólkaskúlanum hevur verið, at fleiri teirra halda, at Fiskivinnuskúlin ikki gevur teimum eins góðar møguleikar at søkja inn á hægri útbúgvingar í Føroyum ella uttanlands, sum hinir miðnámsskúlarnir. Hesi ivamál eru ruddað av vegnum, tí allar tær nýggju gymnasialu breytirnar geva næmingunum almennan lestrarførleika.

Á tilfeingisbreytini eru tvær nýggjar lærugreinir, sum ikki finnast á nøkrum øðrum breytum. Tann fyrra lærugreinin er tilfeingisfrøði á B-stigi, sum skal geva næmingunum grundleggjandi vitan um tey ymsu sløgini av livandi verum í føroysku náttúruni, og tann samfelagsliga týdningin, tey hava. Næmingarnir skulu eisini duga at meta um, hvussu vit gagnnýta okkara náttúrutilfeingi, sum er, og um menningarmøguleikar fyri betri gagnnýtslu í framtíðini, so vit fáa fleiri arbeiðspláss í Føroyum.

Hin nýggja lærugreinin er tilfeingi á A-stigi, har næmingarnir arbeiða við fýra verkætlanum triðja skúlaárið. Verkætlanir kunnu gerast innan hesi øki: Náttúrutilfeingi, aling, landbúnað, fiskiskap og veiðu, framleiðslu og náttúrunýtslu.

Nærri upplýsingar um tilfeingisbreytina eru á heimasíðuni: www.fiskvest.fo. Til ber eisini at ringja til skúlan á tlf. 424 573 ella 221 654. Freistin at søkja inn á nýggju breytina á Fiskivinnuskúlanum er fríggjadagin 15. mars.